Íslendingar selja nógv rossakjøt

Áhugin fyri íslendskum rossakjøti er vaksin nógv tey seinastu árini. Í fjør framleiddu íslendingar 1.500 tons av rossakjøti, og tað var næstan tvær ferðir meiri enn í 2011. Í sama tíðarbili varð útflutningurin næstan trífaldaður, soleiðis at nú fer tað mesta av rossakjøtinum av landinum.

Hulda Geirsdóttur, sum er stjóri í felagnum hjá íslendskum rossabóndum, sigur við Fréttablaðið, at tað eru serliga russar, italiumenn, sveisarar og fransmenn, sum keypa íslendskt rossakjøt.

Hon sigur, at frá 2011 til 2012 vaks nýtslan á heimamarknaðinum 23 prosent, samstundis sølan uttanlands vaks góð 180 prosent.