Íslendskir bóndir verða eggjaðir til at planta trø av stjórnini.
Allan vegin frá Egilsstøðum og inn í Fljótsdal eru trø plantað, og talan er um einari 30-40 kilometrar.
Endamálið er at gerast meiri sjálvbjargin við tí viði, ið nýttur verður í Íslandi. Trøini verða í fyrsta umfari nýtt til hegnpelar, men kunnu sjálvandi nýtast til onnur líknandi endamál eisini.
Bøndurnir fáa ávíst krónutal fyri hvørt træið, teir planta, og tað er bæði endurgjald fyri beiti og sjálvt arbeiðið, at planta trøini.
Ein treyt er, at seyður og annar fenaður ikki má verða á beiti á støðum, har trø eru plantað.
Annars verður stórur dentur lagdur á at gera kanningar at trøum ymsastaðni frá fyri at vita, hvørji sløg klára íslendska veðurlagið, og funnið er fram til fleiri tíggjutals trø úr fleiri ymiskum londum, sum kunnu vaksa í Íslandi.










