Íslendingar hava næstan fiskað alla makrelkvotuna, sum teir hava ásett sær í ár. Hon er knappliga 150.000 tons, og í gjár vóru 12.000 tons eftir av henni.
Morgunblaðið skrivar í dag, at reiðaríini ætla sær at goyma ein part av makrelkvotuni at hava til hjáveiði, tá skipini um stutta tíð fara at leggja um til sild.
Blaðið veit annars at siga frá íslendskum reiðarum, at tað hevur gingið væl at fiska makrel og at arbeiða hann í summar. Hinvegin hevur prísurin ikki verið so góður sum í fjør, men ein uggi er, at tað er tað líkt til, at prísurin á sild verður góður í vetur, skrivar Morgunblaðið.