Tað eru ikki bara føroyingar, ið royna at ávirka Google fyri at fáa tey at vísa myndir av landinum (Les: Visit Faroe Islands via Google StreetView). Tveir íslendskir borgarstjórar eru sera ónøgdir um myndirnar, sum Google hevur av býunum báðum Bolungarvík og Ísafjörði.
Teir halda, at Google gevur eina skeiva ímynd av býnum báðum. Orsøkin er, at báðar bygdirnar eru kavaklæddar á satelittmyndunum alt árið.
Hetta er langt frá veruligu myndini av býnum, tí um summarið er har grønt og eingin kavi. Borgarstjórarnir stúra fyri, at hetta kann fáa ferðafólk at velja býirnar frá. Borgarstjórin í Bolungarvík, Jon Pall Hreinsson, vísir í Facebook-dagføring á, at um mann sum útlendingur umhugsar at ferðast til Vesturfjørðin og fer inn á Google Maps at hyggja, so sær mann sera lítið orsakað av kavanum. Hann sigur, at tað ofta er kavi á økinum, men tað er sanniliga eisini grønt. Hann skrivar, at hann hevur sent eina klagu um hetta til Google.
Her sæst dagføringin hjá borgarstjóranum í Bolungarvík:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/post.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fjon.p.hreinsson%2Fposts%2F10219078105894373&width=500" width="500" height="512" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>