Tað gongu striltið hjá íslendingum í bólki C í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Fraklandi í hesum døgum.
Í dag megnaðu íslendingar bert javnleik 22-22 ímóti Tunesia, og tað kemur dátt við hjá íslendingum, sum í undanfarnu dystunum hava tapt ímóti Spania og Slovenia. Morgunblaðið staðfestir, at íslendingar mugu vinna bæði á Angola og á Makedonia fyri at kunna vinna seg í áttandapartsfinalurnar.
Tunesia var á odda 13-11 í steðginum, og eitt skiftið var Tunesia á odda við trimum málum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá Íslandi. Eitt skiftið var íslendingar á odda bæði 18-16 og 20-18, men tað helt ikki til ein sigur.
Amine Bannour var ein sonn marra fyri íslendingar í dag. Amine Bannour skeyt ikki færri enn 12 mál. Makrem Missaoui í tunesiska hevði 15 bjargingar, meðan Aron Rafn Eðvarðsson bert hevði átta bjargingar. Guðjón Valur Sigurðsson gjørdist toppskjútti hjá Íslandi við fimm málum.
Slovenia, Makedonia og Spania hava fýra stig hvør. Ísland og Tunesia hava eitt stig í part. Angola er aftast við ongum stigi.
Í bólki D vann Svøríki stórsigur 35-17 á Argentina. Í steðginum var Svøríki á odda 16-11. Mattias Zachrisson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við átta málum. Sebastian Simonet gjørdist toppskjútti hjá Argentina við fimm málum.
Svøríki og Danmark hava fýra stig hvør. Egyptaland hevur tvey stig, meðan Katar og Bahrain, sum spæla klokkan 16.45 framvegis einki stig hava. Har er Katar favorittur at fara við sigrinum. Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður norðurlendsk uppgerð millum Svøríki og Danmark.
Í bólki C vann Týskland 35-14 (17-6) á Chile. Jannik Kohlbacher gjørdist toppskjútti hjá Týsklandi við átta málum.