Íslendingar mist álitið

Íslendingar hava ikki gott álit á sínum bankum og politikarum sum fólk í flestu øðrum londum. Ein kanning, sum bretska blaðið The Guardian hevur latið gera, vísir, at 46 prosent av teimum spurdu íslendingunum hava álit á bankakerinum, og at 44 prosent hava álit á, at politikararnir hava skil á búskaparviðurskiftunum. Sambært The Guardian høvdu í meðal 52 prosent av teimum spurdu í kanningini álit á sínum politikarum. Størsta álitið á politikararnar er í USA, har heili 63 prosent siga seg hava álit á, at politikararnir halda skil á búskapinum.