Reykjavík: Flogfarið var einar 20 minuttir seinkað, tá vit fóru á flog av flogvøllinum í Vágum í gjár. Veðrið hevði verið eitt sindur illfýsið, men tá vit fóru á flog umleið tíggju minuttir í fimm var so mikið avhasað, at vindurin var lítil, og sólin tittaði fram millum skýggini.
Tað var eitt sindur av spenningi, tí vit høvdu bert tann eina ferðaseðilin, og vit vóru tveir mans. Annar okkara stóð tó fyrstur á bíðilistanum, so vónirnar vóru góðar. Og hyggasíggj, tað lukkaðist. Vit sluppu báðir við flogfarinum til Íslands.
Hóast flogskiparin ávaraði um eitt sindur av turbulensi yvir Sørvágsfirði, og hóast redaktiónsleiðarin vísti seg at vera minst líka lítið »begeistraður« at flúgva sum eg, so gekk fráferðin upp á allarbesta stás, og vit merktu einki til nakran turbulens.
Tað var sum at sita í stovuni allan vegin upp til Íslands – mind you, tað tóki bert ein tíma og eitt korter – og áðrenn vit høvdu tugt okkum gjøgnum ein sandwich av einum hvørjum slag, komu boð frá flogskiparanum um, at vit skuldu gera okkum til reiðar til lendingina.
Tað var nokkso stuttligt. Vit máttu flyta brikkar aftur og fram fyri at vit báðir kundu sita saman í flogfarinum. Og tað eydnaðist. Men harfrá, sum vit sótu, kundu vit síggja í minsta lagi trý setur, sum stóðu tóm.
Soleiðis er tað eftir øllum at døma, og okkara ræðsla fyri, at ikki báðir sluppu við, sýndi seg ógrundað.
Ovmikið at gera
Væl komnir á hotellið – sum eitur ikki minni enn Plaza – var fyrst farið at hugsa um at fáa fatur í einum adaptara til elstykkið, tí stikk-kontaktin hevði bert tvey hol, meðan stikkarin hevði trý.
Síðani var tíð at hugsa um at fáa okkurt at eta. So vit válaðu niðan í handilsgøtuna,, og har rendu vit okkum inn í eina matstovu, sum sá ógvuliga hugnalig út. Vit so innar.
Har var hópurin av fólki, og tað var langt frá líkt til, at nakar ótti ella ekki var á fólki.
Vit tosaðu við tær báðar, sum gingu okkum til handa, og tær søgdu okkum, at tað var púra vanligt, at matstovan var fullsett.
Soleiðis er tað hvørt kvøld, søgdu tær báðar.
Tær viðgingu tó, at lagið á íslendingum ikki var tað besta fyri tíðina, og at øll tosaðu um kreppuna, sum var uppstaðin.
Men gerandisdagurin gongur sum vanligt. Og søgurnar um, at visakort ikki verða góðtikin longur, er tað reina tvætl. Faktisk var visakort tað fyrsta, sum spurt varð eftir, tá vit komu á hotellið. Og eisini á matstovuni rindaðu vit við visakorti av teirri góðu orsøk, at bankarnir vóru afturlatnir, tá vit komu vegin fram, og vit tískil ikki høvdu møguleika at veksla okkara donsku pengaseðlar um til íslendskar.
Kreppan rakar óivað íslendingar hart, men fyri okkum er hon nú ikki so galin. Fyri døgurðan, vit ótu skuldu vit rinda áleið 350 krónur tilsamans. Fyri einari viku síðani hevði sami døgurði kostað 1300 krónur.
Men íslendingar hava ikki mist mótið, teir kempa bara víðari.
Vit báðir fara at skriva nógv meiri um kreppuna her í Íslandi komandi dagarnar, eins og Rás2 og portalurin fara at frætta frá okkum báðum her úr Íslandi.