Tey børn, sum vórðu borin í heim í Íslandi í 2007, kunnu rokna við at liva 81,2 ár í meðal. Tað siga tøl hjá OECD, sum eisini vísa, at íslendingar liva í meðal tvey ár longri enn meðallivialdurin í OECD-londunum.
Sambært tølunum liva íslendskir menn 79,4 ár og íslendskar kvinnur 82,9 ár. Bara menninir í Sveis liva longri enn teir íslendsku.
Íslendsku kvinnurnar hava at kalla sama livialdur sum kvinnurnar í Noregi og Eysturríki, men tær kunnu tó ikki kappast við kvinnurnar í Japan, sum liva 86 ár í meðal.