Íslendsku jøklarnir minka í tí veksandi hitanum, og tað økir skjálvtavirksemið í undirgrundini Ein nýggj kanning hjá jarðfrøðistovninum á lærda háskúlanum í svenska býnum Uppsala vísir, at í Íslandi er samband millum ísjøklarnar og skjálvtavirksemið í undirgrundini.
Niðurstøðan hjá granskarunum er, at skjálvtarnir í undirgrundini gerast fleiri, so hvørt sum jøklarnir minka.
Í arbeiðinum hava granskararnir kannað meiri enn 13.000 harðari og veikari skjálvtar, sum hava verið í Íslandi tey seinastu átta árini, og úrslitið vísir, at samband er ímillum virksemið í undirgrundini og støddina á jøklunum.
Granskararnir í Uppsala siga, at jøklarnir fara at minka orsakað mav tí veksandi hitanum á jørðini, og at íslendingar tí kunnu vænta fleiri jarðskjálvtar í komandi árum.