Íslendingar kunnu gjalda

Niðurlendski fíggjarmálaráðharrin, Jan Kees de Jager, er ikki eina løtu í iva um, at íslendingar fara at gjalda niðurlendingum og bretum tað, sum teir skylda teimum báðum londunum vegna Icesave-bankan.

Í samrøðu við niðurlendskt sjónvarp sigur ráðharrin, at íslendingar fara at halda sínar skyldur, og teir hava eisini ráð at rinda skuldina, segði hann.

Svenski forsætisráðharrin, Frederik Reinfeldt, sigur tað sama. Hann sigur seg skilja, at íslendska fólkið harmast støðuna, men hann ivast ikki í, at landið fer at halda sínar skyldur.