Íslendingar inn í Formel 1

Íslendska íløgufelagið, Baugur, sum millum annað hevur keypt Magasin du Nord, FL Group og Keops, hevur havt sínar trupulleikar at stríðast við seinastu tíðina. Tað heldur tó ikki leiðsluni frá at hugsa um nýggjar íløgur, og nú sigst Baugur vera í holt við at keypa seg inn í Williams, ið er eitt av meira siðvandu Formel 1 liðunum. Framman undan hesum eigur Baugur leikufyritøkuna Hamleys, sum telist millum sponsorarnar hjá Williams.