Íslendingar á hvalaveiði í juni

Íslendingar fara aftur at veiða stórhval í summar. Kristján Loftsson, sum er stjóri í felagnum Hvali, sigur við Morgunblaðið, at væntandi fara hvalabátarnir út umleið tann 20. juni.

Stjórin roknar við, at stórhvalaveiðan fer at geva umleið 150 monnum arbeiði umborð á hvalabátunum og á hvalastøðunum í summar. Í flestu førum er talan um somu menn sum í fjør, sigur hann.

Hvalabátarnir hjá Hvali hava loyvi at skjóta 150 stórhvalir í ár. Harumframt hava vátarnir 25 hvalir eftir av kvotuni í fjør.