Sjónleikarbólkurin hjá Royndini í Nólsoy er í Íslandi um vikuskiftið at framføra leikin Havgird, og báðar ætlaðu sýningarnar eru útseldar so neyðugt er við eykasýning. Tá nólsoyingar umboðaðu Føroyar á NEATA-festivalinum á Akureyri í august í fjør, gjørdust íslendingar so bergtiknir av leikinum HAvgird, at teir beinanvegin fóru undir at fyrireika sýningar í Reykjavík.
Síðani hendi tað, at Ágústa Skúladóttir, sum hevur leikstjórnað Havgird, er vorðin listarligur leiðari fyri Gaflaraleikhúsinum í Hafnarfirði, og tí var tað náttúrligt, at framføra føroyska leikin har.
Mánadagin fór so partur av ferðalagnum til Íslands við pallinum, og fríggjadagin kom so restin av hópinum til Hafnafjarðar.
Fyrireikararnir í Íslandi hava verið nógv úti um seg, og longu fríggjadagin var greitt, at báðar ætlaðu sýningarnar eru útseldar, og tí verður arbeitt við einari eyka sýning mánakvøldið.
Havgird er sprottið av einum sonevndum deviced theatre. Tað merkir, at byrjað verður av botni av við ongum leikriti, men bert við hugskotum, sum leikstjóri og leikarar hava og fáa so sum venjingin líður.
Leikurin er ógvuliga hugtakandi við ljóði og ljósi og er eisini eyðkendur á tann hátt, at lutfalsliga fáar replikkir er, so nógv skal fáast inn við øðrum sansum enn oyrunum ? burtursæð frá ljóðeffektunum.
Leikurin verður framførdur í Gaflaraleikhúsinum í Hafnarfirði leygarkvøldið og sunnukvøldið klokkan 20 og eykasýningin verður klokkan 21 mánakvøldið.
Á myndini verður seinasta hond løgd á pall og ljós.