Íslendska manslandsliðið í hondbólti spældi HM-kvalifikasjónsdyst ímóti Portugal í Dragao Caixa høllini í Porto í kvøld. Ìslendingar høvdu eina tepra 26-23 leiðslu frá fyrra dystinum, sum var leiktur á heimavølli.
Tað stóð á gomlum nøglum stóran part av dystinum. Portugisar vóru á odda 10-7 í steðginum, og vóru eitt skiftið á odda 14-10, og høvdu tá eina samlaða leiðslu. Men íslendingar tóku seg saman seinasta korterið, og fingu etið seg inn á portugisar. Tó gjørdist heldur spennandi, tá portugisar skoraðu til 20-18, men við tveimum málum komu íslendingar uppá 20-20, áðrenn portugisar við seinasta skotinum í dystinum skoraðu til endaliga úrslitið 21-20 til Portugal, men við 26-23 sigrinum frá fyrra dystinum vunnu íslendingar 46-44.
Alfredo Quintana Bravo í portugisiska málinum var leingi íslendingum ein marra. Hann bjargaði 24 skotum, harav trimum brotskøstum. Bjørgvin Páll Gústavsson í íslendska málinum bjargaði 16 skotum. Toppskjútti hjá Íslandi gjørdist Áron Pálmarsson við fýra málum.
Umframt Ísland hava Danmark og Svøríki eisini spælt seg í HM-endaspælið, sum verður dagarnar 11. til 29. januar í Fraklandi komandi ár. Høvuðsvøllurin verður í Lille, har pláss verður fyri heili 27.500 áskoðarum.