Íslendingar halda skil á

Dómarin á Malta í dag hevur ikki áður dømt í undankapping

Tað verður Vilhjálmur Alvar órarinsson, sum verður dómari, tá ið Malta og Føroyar fara at spæla EM undankappingardyst klokkan 17 ídag.

Hetta er fyrsta ferð yvirhøvur, at 34 ára gamli íslendingurin fer at royna seg sum dómari í landsdysti, sum er í undankapping.

Hann dømdi fyrstu ferð í íslendsku landskappingini longu í 2008, og hann hevur nógvar royndir sum  dómari í íslendsku landskappingini og íslendskum steypakappingum, og hann hevur eisini verið dómari í fleiri dystum í europeisku liðkappingunum og í landsdystum millum ungdómslandslið.

Bara einaferð áður hevur hann verð dómari í landsdysti. Tað var 7. Juni í 2016, tá ið Spania og Georgia spældu vinardyst, sum Georgia vann 1-0.

Hjálpardómarar á Malta í dag vera Gylfi Már Sigurðsson og Birkir Sigurðarson. Fjórði dómari verður Ivar Orri Kristjansson. Teir eru allir úr Íslandi.