Íslendingar fiska minni á Flemmish Cap

Av teimun 49,637 tonsunum av rækjum, sum vóru veidd á Flemmish Cap í fjør veiddu íslendingar bert 9910 tons. Estlandi, sum liggur á odda veiddi 18 prosent av kvotuni, ella 12,196 tons. Hetta skrivar íslendska vevsíðan Interseafood.

Upplýsningarnir koma frá NAFO. Veiðan á Flemmish Cap økist.

Í fjør vórðu veidd 6,200 tons meira enn í 1999. Gamla metið er frá 1996, tá 48.299 tons vóru veidd.

Føroyar liggja á einum triðja plássi í rækjuveiðuni á Flemmish Cap. Í fjør veiddu føroyingar 7745 tons. Fremsta landið er sum sagt Estland við 12,196 og síðan kemur ísland við 9910 tonsum, Føroyar og síðan Rusland við 7078 tonsum. Hini londini sum hava veitt á Flemmish Cap eru Lithauen 3528 tons. Letland 3102 tons, Noreg 2633 tons, ES 1825, Grønland 1638 tons, Kanada 618 tons Poland 316 tong og Kuba 46 tons.

Í 1996 veiddi Ísland 20,681 tons á Flemmish Cap ella 46 prosent av heildarveiðuni.