Íslendingar ferðast innanlands

Teir flestu íslendingarnir valdu at ferðast innanlands í fjør heldur enn at fara av landinum. Hagtøl hjá Ferðamálastovuni vísa, at níggju av hvørjum tíggju ferðaðust innanlands í 2009, og tað er meiri, enn hagtølini hava víst fyrr, skrivar Vísir.

Tølini hjá Ferðamálastovuni vísa eisini, at tríggir av hvørjum fýra íslendingum gjørdu tríggjar ella fleiri ferðir innanlands í fjør, og í meðal gistu íslendingar 14 nætur í ferðalagi innanlands í 2009.

Hóast tey flestu valdu at ferðast innanlands, ferðaðust 20 prosent bæði innan- og uttanlands, og fýra prosent vóru bara uttanlands.