Íslendska uppsjóarskipið Huginn er farið at fiskað lakssild. Lakssild heldur til frá Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Eystursjónum, í Miðjarðar-, Reyða-, Indiska- og Kyrrahavinum, fiskurin er vanligur við Føroyar.
Lakssild er uppsjóvarfiskur yvir djúpum vatni, kemur upp móti vatnskorpuni á nátt, og niður á umleið 400 metrar um dagin.
Hann verður í mesta lagið 9 cm, vanliga støddin er 4 til 6 cm.
Hetta er annar túrurin hjá Huginn, á fyrra túrinum fingu teir 50 tons, sum alt fór til mjølframleiðslu. Huginn roynir í ein beinan útsynning úr Heymey, skrivar íslendska heimasíðan Suðurlandið.
Lakssild kann møguliga gerast eitt av alternativinum hjá tí føroyska uppsjóvarflotanum.