Íslendingar fara at siga ja

Tað er líkt til, at ein meiri­luti av ís­lend­ing­u­num fara at siga ja, tá fólkaatkvøða verður um Icesave-lógina

Árni Joensen

Ein meiningakanning, sum varð kunngjørd fyrradagin, vísti, at knappliga 58 pro­sent ætla sær at atkvøða fyri lógini.
Tað vakti ans, tá Ólafur Ragn­ar Gríms­son, for­seti, sýtti fyri at staðfesta Ice­save-lógina, sum Altingið sam­tykti í síðstu viku. Men mein­ing­a­kann­ing­in fyrra­dag­in vísti, at forsetin stend­ur ikki einsamallur. Næst­an 61 prosent av teim­um, sum ætla sær at at­kvøða fyri lógini, siga, at tað var rætt av forsetanum at nokta at staðfesta lógina utt­an fólkaatkvøðu.
Í kanningini sæst, at fólk, sum styðja stjórnina hjá Jó­honnu Sigurðardóttir, hava ikki somu uppfatan av av­gerð forsetans sum tey, ið styðja andstøðuna. Men munur­in er ikki stór­ur. Av velj­ar­u­num hjá stjórn­ar­flokk­u­num siga 74,3 pro­sent, at tey eru ósamd við for­set­an, men 76,5 pro­sent av veljarunum hjá and­støð­uni taka undir við honum.