Tann 29. apríl fer eitt nýtt skip til íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna av bakkastokki á Asmar-skipasmiðjuni í Kili Byggikostnaðurin fyri skipið er avtalaður til 30 milliónir evrur, og sambært Morgunblaðnum megnar skipasmiðjan at halda bæði kostnaðar- og tíðarætlanina.
Tað merkir, at skipið verður latið íslendingum tíðliga næsta ár sum ætlað.
Nýggja vaktar- og bjargingarskipið hjá íslendingum er 4.250 bruttotons, 93,65 metrar langt og 16 metrar breitt. Tað hevur tveir høvuðsmotorar, sum eru 4.500 kw hvør. Togmegin verður 120 tons, og skipið er ætlað at ganga 19,5 míl, skrivar Morgunblaðið.









