Íslendingar betra spurtin

Nú klokkan 19 fer KÍ á grasvøllin á Svangaskarði, har Den Haag úr Hollandi er mótstøðuliðið.

Fyrsti dysturin í Europa Cup umfarinum, sum verður spælt í dag, leygardagin og týsdagin, varð spældur tíðliga seinnapartin.

FC Honka úr Finlandi legði seg framum í 1. hálvleiki ímóti íslendska Vali, og leingi sá tað út til, at finska liðið fór at vinna.

Men íslendsku favorittarnir vóru treiskar. Fram ímóti dystarenda javnaði Valur úr Reykjavík, og í yvirtíðini skoraði Valur sigursmálið til 2-1, og harvið vunnu kvinnurnar úr Reykjavík øll trý stigini.