Haarde avvísir ikki, at tað kemur eitt løgfrøðisligt eftirspæl mótvegis bretska statinum, hvørs stjórn nýtti eina antiyvirgangslóg til at yvirtaka íslendskan dóttirbanka Støðan í Íslandi er sera trupul og minst líka so álvarslig, sum tann Føroyar upplivdu fyrst í nítiárunum. Hetta sigur íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, við Sosialin og Rás2.
Tað er stór vreiði hjá íslendsku myndugleikunum og í fíggjarvinnuni um tað, sum bretska stjórnin gjørdi, tá Gordon Brown, forsætisráðharri, fekk eina antiyvirgangslóg samtykta, ið gav bretsku myndugleikunum møguleika til at yvirtaka ein íslendskan dóttirbanka í Bretlandi.
- Vit kunnu ikki leggja alla skuldina fyri kreppuna yvir á bretar, men tað var ein sera óvinarlig atsókn móti okkum, sum bretski forsætisráðharrin tók stig til. Stjórnin yvirreagerði fullkomiliga við at gera hatta. Vit er ógvuliga óð um, at Gordon Brow nýtti eina antiyvirgangslóg fyri at taka bankan. Harafturat eru bretar komnir við sera negativum útsagnum móti Íslandi, og hetta eru vit rættiliga hørm um, sigur Geir H. Haarde.
Spurdur um íslendingar koma við einum rættarligum eftirspæli mótvegis bretum, er stutta svarið hjá forsætisráðharranum.
- Hetta vil eg ikki avvísa.
Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum er komin á gøtuna í dag.