Vinnulív
Kollafjørður: Tað vera ikki íslendingar, sum koma at bjarga stóra uppisjóvarvirkinum hjá Kollafjord Pelagic í Kollafirði.
Í hvussu so er ikki teir íslendingar, sum bara fyri 14 døgum síðani vóru næstan vísir í at keypa virkið.
Johan Dahl, stjóri á Kollafjord Pelagic sigur, at íslendingarnir lupu frá í evstu løtu og sostatt fór tann royndin at bjarga virkinum fyri bakka.
Tað var íslendska felagið Sjólaskip, sum ætlaði at keypa Kollafjord Pelagic og Johan Dahl segði í Sosialinum fyrr í mánaðinum, at av avtala var heilt nær undir landið.
Hannvildi ikki siga nakað um íslendska tilboðið, men hann segði kortini, at tað var ógvuliga áhugavert.
Satt at siga veit hann ikki, hví Íslendingar brádliga bakkaðu, tí hann sigur, at teir fingu onga nágreiniliga frágreiðing.
Hann sigur, at roynt verður nú at finna aðrar loysnir, men tær royndirnar fær hann onki sagt um enn.
1100 tons um dagin
Kollafjord Pelagic hevur verið ein sorgarsøga. Virkið kom ongantíð rættiliga ígongd, tí maskinurnar fingust ongantíð at virka.
Tað endaði við, at Johan Dahl varð settur sum stjóri og hann skuldi so royna at endurreisa tað.
Í tí sambandi kom hann í samband við íslendska felagið Sjólaskip, sum hevur drúgvar royndir í uppisjóvarvinnuni og ein avtala við teir var komin undir land, nú teir bakkaðu.
Men teir høvdu stórar ætlanir við virkinum, tí teir miðjaðu eftir at arbeiða 1100 tons um dagin og væntnadi komu eini 25-40 fólk at arbeiða á virkinum.
Virkið er bygt til at arbeiða makrel, sild, svartkjaft lodnu og vónandi nakað av gulllaksi og rossamakreli.
Kollafjord Pelagic kostaði 170 milliónir at byggja, men Johan Dahl hevur fyrr upplýst fyri Sosialinum, at skulu minst einar 30 milliónir brúkast afturat, áðrenn maskinurnar fáast at virka.









