Oljuleiting ?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo
Tað kom íslendsku myndugleikunum dátt við, at bara tvey feløg vístu áhuga fyri at sleppa at leita eftir olju og gassi í Drekaumráðnum í landnyrðing úr Íslandi, tá fyrsta útbjóðingin var í fjør. Uppaftur verri varð hýrurin, tá bæði feløgini tóku umsóknir sínar aftur, tí tey metta verkætlanina vera ov váðamikla.
Íslendingar ætla ikki at koma í somu støðu aftur. Nú um ársskiftið segði Guðni A. Jóhannesson, orkumálastjóri, at síðani tey bæði feløgini tóku sínar umsóknir aftur, hava íslendsku myndugleikarnir havt samband við te og onnur felag fyri at fáa greiði á, hví áhugin fyri at leita var so lítil, og um nakað kann gerast við tað.
Orkumálastjórin sigur við Fréttablaðið, at tað næsta útbjóðingarumfarið verður ikki, fyrr enn vissa er fingin fyri, at feløg veruliga hava áhuga fyri at fara at leita. Hann leggur tó afturat, at kemur eitt felag og vil sleppa at leita á einari ávísari leið, kann tann leiðin bjóðast út fyri seg.
Ongan skund
Umframt oljufeløg hava íslendingar havt samband við feløg innan oljuvinnuna, og á hesum fundum kom fram, at tað er neyðugt við fleiri seismiskum kanningum á Drekaleiðini. Harafturat høvdu feløgini ynski um, at royndir verða tiknar av havbotninum fyri at vita, um nøkur tekin eru um kolvetni. Guðni A. Jóhannesson sigur, at amskiftið millum Orkumálastovnin og feløgini heldur fram. Hann sigur, at stovnurin hevur ongan skund, hóast eingin leiting spurdist burtur úr tí fyrsta útbjóðingarumfarinum, og soleiðis sum støðan á altjóða fíggjarmarknaðunum er.
-Tíðin arbeiðir við okkum. Fyrr ella seinni fara menn at vísa leiðini størri áhuga, men royndir í øðrum londum vísa, at tað kann taka tíð, sigur íslendski orkumálastjórin við Fréttablaðið.