Íslendingar bíða spentir eftir stovnsmeting

Í Íslandi bíða fiskimenn og onnur spent eftir úrslitinum av stovnsmetingum, sum havrannsóknarstovnurin ger nú Fiskirannsóknarskipini Árni Friðriksson og Bjarni Sæmundsson eru úti og kanna tosk og annan botnfisk, men tað er sertliga toskastovnurin, sum hevur áhuga, skrivar blaðið Vísir.

Fyri 15 árum síðani var íslendski toskastovnurin so illa fyri, at menn hildu gýtingarstovnin vera um 120.000 tons, ið er tað minsta nakrantíð. Í løtuni verður hildið, at hann er um 230.000 tons.

Nú bíða menn við spenningi eftir, um stovnsmetingin er so góð, at tað fer at bera til at økja kvotuna, skrivar Vísir.