Gongst sum ætlað, fara íslendingar á fólkaatkvøðu næsta ár um íslendskan limaskap í Evropasamveldinum, men tað kann henda, at fólkaatkvøðan verður útsett til 2015, um samráðingarnar gerast eitt sindur drúgvari enn mett.
Tað sigur íslendski fíggjarmálaráðharrin, Katrín Júlíusdóttir (myndin), í samrøðu við amerikanska blaðið Wall Street Journal.
Katrín Júlíusdóttir sigur, at alt ov lítið kjak hevur verið í Íslandi um fyrimunir og vansar við møguligum ES-limaskapi. Sjálv tekur hon av fullum hugi undir við, at Ísland skal fara upp í ES. Hon sigur við Wall Street Journal, at tað er neyðugt hjá Íslandi at fara upp í ES fyri at fáa ávirkan og fyri at fáa evruna sum gjaldoyra, tí tað íslendska fólkið er ov fáment til at hava egið gjaldoyra, sigur hon.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin stúrir ikki fyri framtíðini hjá evruni. Eftir hennara tykki er talan um tíðaravmarkaðar trupulleikar, sum fáa eina loysn.