Ein nýggj meiningakanning í Íslandi bendir á, at fólkaatkvøðan um ta sonevndu Icesave-lógina kann blíva spennandi. Hevði fólkaatkvøðan verið í dag, hevði meiriluti verið fyri at góðkenna lógina, men munurin hevði verið væl minni, enn onkur kanning fyrr hevur bent á.
Sambært einari nýggjari kanning høvdu 52 prosent atkvøtt fyri at góðtaka lógina, og 48 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Stovnurin MMR, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at óvissan er 3,8 prosent, so okkurt bendir á, at spenningur verður um úrslitið.
Í kanningini sæst, at 58 prosent av veljarunum í Reykjavík og har á leiðini ætla sær at atkvøða fyri Icesave-lógini. Aðrastaðni í landinum fær lógin bara 43 prosent av atkvøðunum.










