Atlantic Cup er farið í søguna. Longu í fjør var greitt, at Atlantsflog ikki longur fór at verða fíggjarligi stuðulin undir árligu uppgerðini millum íslendsku og føroysku fótbóltsmeistararnar.
Frá føroyskari síðu hevur tó verið roknað við, at tað skuldi haldast fram við árligu uppgerðini. Í síðstu viku vísti tað seg tó, at íslendingar og føroyingar hava havt heilt hvør sína fatan av hesum.
- Vit vistu av ongum, tá ið vit stutt undan vikuskiftinum fingu uppringing frá NSÍ um, at teir vóru á veg til Íslands at spæla ímóti okkum. Eg var við at fáa venjingardyst í lag í vikuskiftinum, tá ið boðini komu, men so saðlaðu vit um, og dysturin verður spældur.
Soleiðis greiddi venjarin hjá Vali, Willum Þór Þórsson, frá í íslendska blaðnum Visir fríggjadagin. Valur var í vikuni komið aftur av venjingarlegu í Turkalandi, og meðan teir vóru suðuri við Miðalhavið vistu teir einki um, at teir leygardagin skuldu spæla ímóti NSÍ.
Hongur í klønum tráð
Fyri seks árum síðani varð samstarvsavtala um árligu dystirnar millum íslendska og føroyska meistaran gjørd millum FSF og íslendska fótbóltssambandið KSÍ. Tá ið Atlantsflog boðaði frá, at flogfelagið ikki longur fór at verða fíggjarligur stuðul, tosaðu FSF og KSÍ um støðuna, og eftir øllum at døma eru fatanirnar heilt ymiskar av, hvør niðurstøða varð gjørd:
- Vit halda, at semja var um, at tað skuldi haldast fram við hesum samstarvi, og at avtalan var, at KSÍ skuldi finna fíggjarligan stuðul. Leygardagurin 12. apríl varð ásettur sum dystardagur, og tá ið vit vóru har yviri og spældu landsdyst í síðsta mánað, varð aftur tosað um hetta. Tá hildu íslendingar, at samstarvið átti at havt verið víðkað, so tað í staðin fyri eitt vóru tvey lið úr hvørjum av londunum, sum spældu ímóti hvørjum øðrum, men nú mugu vit staðfesta, at talan er um øðrvísi fatan hjá íslendingum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Tá ið tað í síðstu viku varð greitt, at KSÍ ikki hevði funnið fíggjarligan stuðul og at KSÍ roknaði við, at dysturin millum Val og NSÍ fór at verða spældur, hevði NSÍ skipað fyri ferðini, sum tað tískil ikki bara var sum at siga tað at avlýsa.
- Vit tosaðu við NSÍ um hetta, og Fótbóltssambandið fer at hjálpa til við fíggingini. Hvussu hetta verður gjørt er ikki avgjørt enn, men tað verður helst soleiðis, at vit rinda ein part, at NSÍ rindar ein part, og at spælararnir sjálvir rinda ein part, sigur Ísak Mikladal.
Í FSF vita teir ikki, um tað fer at verða hildið fram við árligu uppgerðunum millum føroysku og íslendsku meistaraliðini í fótbólti. Men um einki stig verður tikið úr Íslandi hesum viðvíkjandi, so sær tað í løtuni út til, at dysturin leygardagin millum Val og NSÍ var tann síðsti av hesum slagnum.
NSÍ ferðalagið, sum fór til Íslands fríggjadagin, verður aftur í Føroyum í kvøld.