Íslendenski gullvenjarin

Thorir Hergeirsson stendur við ábyrgdini av norska landsliðnum, sum vann evropameistaraheitið í gjár. Íslendingurin hevur búð í Noregi í 24 ár

Thorir Hergeirsson vann sín størsta heiður sum hondbóltsvenjari í gjár.
Liðið, hann hevur havt ábyrgdina av síðan apríl í fjør, vann evropameistaraheitið.
Íslendingurin hevur verið partur av venjaratoyminum hjá norska landsliðnum seinastu 10 árini. Í fjør loysti hann Marit Breivik sum høvuðsvenjari.
Hann hevur áður staðið á odda fyri Eleverum Håndball, Gjerpen Håndball og Nærbø IL.

Flutti tíðliga
Thorir Hergeirsson flutti til Noreg í 1986. Tá fór hann undir lestur á Norges Idrettshøgskole.
Hann hevur síðan tikið við fleiri avbjóðingum í norskum hondbólti. Hann situr nú á ovastu rók.
Noreg vann finaluna á Svøríki um evropameistaraheitið 25-20. Hálvleiksstøðan var 11-10 til Noreg.

Byrjaðu væl
Noregi byrjaði væl. Liðið var á odda 4-2, men so var lítið veiggj í álopsspælinum eina løtu. Átta minuttir seinni komu favorittarnir aftur á máltalvuna.
- Tað var ein torførur dystur. Svøríki spældi væl og við toli. Vit tveittu nógvar bóltar burtur, men úrslitið kemur, um tú heldur fram at stríðast, sigur Thorir Hergeirsson við norska TV2.
Tað mest fantastiskta er, sambært venjaranum, at liðið hevur vunnið sær luttøku til evropameistaraheitið, heimsmeistaraheitið og OL.
- Tað gevur okkum arbeiðsfrið, heldur Hergeirsson.
Noreg setti ferðina upp í seinna hálvleik og fekk einu løtuna heili seks mál upp í slag. Svøríki, sum óvæntað hevði vunnið seg í finaluna, hótti ongantíð sigurin.
Marit Mal Frafjord er eisini fegin.
- Vit framdu fleiri óneyðug mistøk og noyddist tí at stríðast, sigur hon við TV2.

Álitið
Stutt aftaná, at Marit Breivik takkaði fyri seg, kunngjørdi norska hondbóltssambandið, at Hergreisson tók við.
Tað var eingin ivi um, at hann var rætti avloysarin, var niðurstøðan.
- Hann fær ábyrgdina av heimsins besta kvinnuliga hondbóltsliði. Tað er ein stór avbjóðing at vinna við einum liði, sum hevur vunnið eina rúgvu frammanundan. Vit eru hinvegin sannførd um, at hann hevur neyðugu eginleikarnar, segði Arne S. Modahl, tá tað var greitt, at Hergeirsson tók við.
Tað vísti seg, at Modahl og hinir valdu rætt.
Íslendingurin hevur nú vunnið kvinnurnar úr Noregi upp á evropeiska tindin.