Sleit og rak á land

Í nógva vindinum seinasta fríggjamorgun sleit línuskipið Hoyvíkingur, meðan hann lá við bryggju í Runavík – og rak á ein flúr beint út fyri bygninginum hjá timburhandlinum Borg

SLEIT

Tað sá ikki so trupult út at fáa skipið leyst av aftur, tá Sosialurin vitjaði í Runavík fríggjamorgunin. Kortini skuldi tað vísa seg, at skipið kom at standa á flúrinum til beint eftir middag, tá kavari hevði verið niðri, og sleipibátarnir hjá MEST tá betri vistu, hvønn veg teir skuldu hála skipið av aftur.
Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at hóast royndir vórðu gjørdar fyrr um morgunin at hála skipið av aftur, vísti tað seg, at fleiri flúrar eru, har skipið stóð. Tá Hoyvíkingur vísti seg at loysna, gjørdist hann fastur aftur.
- Men tá ein steðgur hevði verið í royndini at fáa skipið av aftur, samstundis sum kavari var niðri og kannaði umstøðurnar, gekk bæði skjótt og væl.
Og klokkan 12.25 var Hoyvíkingur leysur aftur.
Sunleiv Højgaard sigur, at hol kom ikki á skipið, og einki bendi á, at skrokkurin hevði fingið stórvegis skaða.
- Trupult er at siga heilt ítøkiliga, um alt er óskalað, men líkt er ikki til, at skrokkur, skrúva og róður hava fingið nevniverdar skaðar, segði Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður, tá Sosialurin tosaði við hann eftir, at Hoyvíkingur aftur lá tryggur við bryggju í Runavík.