Í dag er ársins regatta í Odense.
Regattain er nakað forskotin í mun til undanfarin ár, men hetta ber ikki í sær, at veruligar broytingar eru í skránni.
Skráin er henda:
Kl. 14.00. Guðrið Nattestad, forkvinna í Føroyingafelagnum á Fyn, bjóðar vælkomin, og lokali løgfrøðislesandi, Øssur Patursson, setur stevnuna á økinum við Østre Kaj.
Kl. 14.30. Kappróðurin byrjar.
Aftan á kappróðurin verða heiðursmerki handað í Norðuratlantshúsinum.
Um kvøldið er felagssangur, føroyskur og enskur dansur á skránni.










