Tað var av bestu líkindum, tá nólsoyingar, sum skuldu hava eitt høsnarhús úr Kaldbak, eina náttina herfyri, valdu at sleipa høsnarhúsið longu leiðina til Nólsoyar.
- Tað var besta veður, nýkomið vestfall og viðrák, og vit vóru í Nólsoy við høsnarhúsinum klokkan 04.10.
Hetta skrivar Jógvan Thomsen á facebook-síðuni, Nólsoy Nú & Tá, har fleiri myndir eisini eru at síggja av sleipingini.
Ein glastrevjabátur tók sær av at sleipa høsnarhúsið, og sambært facebook-síðuni gekk hetta upp á stás hesa góðveðursnátt.