Sleipaði eitt "dregg" eftir sær

Tað var væl av kava á fótbóltsvøllinum í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.

Tá In.fo vitjaði í Fuglafirði í dag, lá væl av kava á fótbóltsvøllinum í Fløtugerði, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Í støðum lá kavin hampiliga tjúkkur.

 

Skal venjast á vøllinum, má kavin - ella tað mesta av kavanum - fáast burtur, og tað var hetta, sum roynt varð í dag, nú tað var klárt og sólin skein so deiliga væl.

 

Hesa løtuna, vit hugdu oman yvir fótbóltsvøllin, koyrdi ein maður aftur og fram á vøllinum í bili og sleipaði eitt slag av "dreggi" eftir sær.

 

At síggja til royndi maðurin at tynna kavan út yvir vøllin, so hann ikki lá so tjúkkur, soleiðis at sólin skjótari kundi gera enda á honum.