Sleipaður til Runavíkar

Kom á Skálafjørðin tá Eder skoraði sigursmálið.

Nógvar bátar hava um vikuskiftið verið sunnanfyri í samband við, at Vágur verið vertur fyri bæði Nordisk Kystkultur Festival og Føroya Regatta. Tað var eisini ein vøkur sjón fríggjakvøldið, tá fleiri bátar, harímillum fleiri seglbátar, stevndu inn eftir Vágsfirði. Veðrið var av tí allarbesta hesa løtuna, og alt tyktist at spæla væl av.


Tíverri gekk tað ikki eins væl hjá eina bátinum, tá manninign setti kós aftur móti Runavíkini í gjár. Komin umleið hálvan veg, báturin var tá staddur út fyri Skálhøvda, ið er sunnanfyri Skálavík, mátti manningin umborð senda boð eftir hjálp, tí báturin var uppsteðgaður.


MRCC-støðin gjørdi skjótt av og sendi boð eftir Lív RESCUE, ið var hjá uppsteðgaða bátinum klokkan 18.27.
Avgjørt varð at sleipa bátin aftur til Runavíkar, og um sama mundi sum Eder skoraði sigursmálið í Paris, og tey flestu á Skálafjørðinum høvdu fest eyguni á sjónvarpsskíggjan, kom Lív RESCUE inn á Skálafjørðin við bátinum á sleip.


Lív RESCUE kom á kai við bátinum klokkan 22.28, fýra tímar og ein minutt eftir, at teir høvdu sett fast á batin út fyri Skálhøvda.