Sleipaður til lands

Tað einasta, sum løgreglan hevði at gera í sambandi við ovastevnuna, var at veita einum uppsteðgaðum báti í Nólsoyarfirði hjálp

Illveðrið leygardagin hevði við sær, at lítil bátaferðsla var til Nólsoyar tann dagin.

Nógvir av bátaeigarunumunum, sum høvdu ætlað sær at hildið fram aftaná Regattasiglingina fríggjadagin, bundu bátarnar í Hósvík, og har vóru teir liggjandi. Í Hósvík var annars trongt hjá bátunum at sleppa út og inn, men tí tók havnameistarin sær av.

Leygarkvøldið steðgaði ein bátur upp í Nólsoyarfirði. Løgreglan sendi bjargingarbátin Lív út til bátin, ið varð sleipaður til lands.