Sleipaðir heim av havhestaveiðu

Hetta er tann tíðin á árinum, tá nógv virksemi er á sjónum í samband við havhestaveiðu. Hjá flestu bátum gongur slík veiða uttan stórvegis trupulleikar, men óhepni var við einum báti, ið var farin eftir havhestum í gjár.


Um átta tíðina í gjárkvøldið fekk MRCC-støðin nevniliga fráboðan um, at ein bátur, ið hevði verið eftir havhestum, var steðgaður upp á heimferðini. Báturin lá tá út fyri Mjóvanes.


- Teir bóðu um sleip og Rescue Lív bleiv sendur út til teirra. Tríggjar tímar seinni fingu vit boð frá Rescue Lív um, at báturin var sleipaður aftur til Argir og Rescue Lív var heima aftur, sigur vakthavandi.


Vakthavandi upplýsir eisini, at veðrið var gott í gjár og eingin vandi var á ferð, tá báturin steðgaði upp út fyri Mjóvanes.