Nógvar ymiskar eru áheitanirnar, ið vaktarskipini kunna fáa, tá tey sigla kring oyggjarnar. Brimil fekk tó eina av teimum meira sjáldsomu áheitanunum í nátt, tá teir sleipaðu ein hval aftur til havs. Tað skrivar Vørn á heimasíðuni hjá stovninum.
Tað var klokkan 20.38 í gjárkvøldið, at MRCC boðaði frá, at ein bátur hevði sæð ein hval á positión 61 35 5 N – 06 13 2 W. Boð blivu síðan send eftir Brimil, ið kom á staðið nakrar tímar seinni.
- Klokkan 06:14 funnu teir hvalin á positión 61 37 4 N – 06 19 3 W. Staðfest var at hetta var ein kúlubøka á ca. 15 metur. Arbeiðisbáturin hjá Brimil setti fast á hann, síðani var sett fast á Brimil sum nú sleipar hvalin langt til havs, har hvalurin verður sleptir, skrivar Vørn á heimasíðuni.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn, so kann eina kúlubøka gerast upp til 15 metrar langur, vigar í meðal 30 tons og blásturin er umleið 3 metrar. Mett verður, at umleið 70.000 hvalir av hesum slagi eru í verðini.