Føroyska landsliðið vandi í dag(sunnudagin) á venjingarvøllinum uttanfyri Ta´Qali leikvøllinum, har vit í gjár taptu 2-1 móti Malta. Sólin hevur í dag funnið vegin fram, og gjørdi venjingina eitt sindur meiri hugaliga, eftir nakrar dagar við regni og vindi.
Teir ellivu, sum byrjaði inni vandu fyri seg. Onkrir teir vandu slett ikki, men tóku lut í útstrekking. Jóan Símun Edmundsson er farin aftur til Týsklands og ongin kemur í hansara stað til hendan dystin.
Teir sum byrjaðu á bonkinum vandu fyri seg. Her var talan um eina ordiliga venjing við nógvari ferð. Móti endanum komu onkrir av hinum uppí, tá skjótast skuldi upp á mál. Her skal sigast, at Árni Frederiksberg útmerkaði seg við at plaffa nakrar bóltin upp í trýkantin.
Venjingin gav ongar ábendingar um, hvussu liðið kemur at síggja út týskvøldið. Lars Olsen hevur ikki skift nógv út fyrr, og tí er hugsandi at talan verður um eina ella tvær broytingar. Eitt nú Klæmint A. Olsen inn fyri Jákup Thomsen, og Árni Frederiksberg ella Kaj Leo í Bartalsstovu inn á vongin. Ein annar møguleiki er at Heini Vatnsdal fær eitt pláss á miðjuni.
Fótbóltssambandið hevur valt verða verandi á Malta fram til í morgin, tí umstøður hjá landsliðnum eru betri her. Tað merkir, at tað eru tveir hendingaríkir dagar fyri framman. Tíðliga í morgin flýgur hópurin beinleiðis til Rumenia, og stutt seinni verður tíðindafundurin og venjingin á leikvøllinum. Týskvøldið verður dysturin móti Rumenia, sum tapti 2-1 í fyrsta umfari móti Svøríki.