Sleepless Ghosts á Voxbotn

Tá ið Havnin bjóðar til eindags festival 30. juni, verður tað eisini við tónum frá vinnarunum av Sement 2012.

 

Sleepless Ghosts gjørdist av álvara um seg, tá ið bólkurin megnaði at vinna tónleikakappinga Sement 2012.

 

Sleepless Ghosts megnaðu við einum brakið at taka áskoðarar til Sement 2012 av bóli. Tað ristist í Perluni tá Sleepless Ghosts spældu sítt síðsta klimaks. Spennandi var hetta kvøldið, tí at talan varð um eina harða kapping, sum endaði við, at Sleepless Ghosts fóru avstað við sigrinum. Menninir í bólkinum lýsa teirra tónleik sum flótandi, sveimandi, atmosferiskan, eksperimentalan, instrumentalan post-rokk.

 

Post-rokk sjangran er kanska ikki so kend í Føroyum og ber ofta brá av instrumentalum elementum, vanliga tveir gittarar, ein bass og trummur.

 

Sleepless Ghosts hava tó ein gittar og synthspælara. Teir hava fingið íblástur úr tónleiki allastaðni kring heimin. Frá Japan, yvir um Stillahavið til tað Lovaða Landi og allan vegin yvir til Evropa.

 

Sleepless Ghosts hava verið í studio hjá Studio Bloch, og verður tí ein EP úti á gøtuni um ikki alt ov langa tíð.

 

Bólkurin spælir á Voxbotni 2012, og teir fýra í bólkinum lova, at tað verður ein heilt serstøk uppliving fyri áskoðararnir.

 

Í bólkinum er ein Eiðis maður, Dan Andreasen, sum spælir Synths og programmerar, ein Fuglfirðingur, Geir Mohr, ið spælir gittara og tveir Syðrugøtumenn, Hjørtur Lamhauge, sum spælir Bass og Synth og Fríði Paulason Hentze, ið spælir trummur