Í gjár søgdu fyrireikararnir av metalfestivalinum í Keypmannahavn, Copenhell, at eitt av høvuðsnøvnunum næsta ár er Marilyn Manson. Í dag siga avdúka fyrireikarar, at Slayer eisini vitjar festivalin, sum verður í døgunum 15. & 16. juni 2012.
Slayer varð stovnaður í 1981 í Kalifornia, og í 1983 kom fyrsta fløgan Show No Mercy á marknaðin. Teir fingu sítt altjóða gjøgnumbrot við triðju fløguni Reign in Blood, sum er mett at vera tann mest ógvusliga av fløgunum frá bólkinum. Teirra seinasta fløga World Painted Blood er frá 2009, og er nummar 11 í røðini.
Í november kunngjørdi bólkurin, at teir nú arbeiða við síni 12. fløgu.
Slayer framførdu seinast í Danmark í mars í ár, har teir framførdu í Scandinavian Congress Center í Aarhus. Hendan konsertin fekk fýra stjørnur frá tónleikablaðnum gaffa.dk.
Hetta veit gaffa.dk í dag.