Slayer til Danmarkar

Í summar vitjar stóri thrash bólkurin Slayer í Danmark.

 

Spælt verður í Store Vega í Keypmannahavn tann 6. august.

 

Amerikanski bólkurin hevur sett varðar seinastu mongu árini, og ikki so fáir bólkar hava elt teirra slóð.

Bólkurin sá dagsins ljós í 1981 og hevur selt eini 20 milliónir eintøk av útgávum sínum kring heimin.