Slayer á Roskilde

Í fjør var enski metalbólkurin noyddur at melda avboð til Roskilde, men í ár verður stóra konsertin við teimum. Slayer er ein av størstu bólkunum innan thrash-metal við klassikarum sum ?Reign in Blood? og ?Seasons in the Abyss? aftan fyri seg. At bólkurin eisini megnar at halda sera góðar livekonsertir, man ei heldur nakar ivi vera um. Hetta sæst m.a. á nýggja live-dvd teirra ?Unholy Alliance Tour?, har teir veruliga megna at liva upp til umdømi teirra.

 

Umframt Slayer eru bólkarnir Battles og The Notwist nú eisini almannakunngjørdir at koma og spæla á Roskilde.

 

Enski Battles brúkar math-rokk og post-rokk á teirra egna litfulla hátt. Úrslitið er avbjóðandi, umframt at tað næstan eisini er dansivinarligt!

 

The Notwist úr Týsklandi tóku allar áskoðararnar við stormi, tá ið teir seinast framførdu á Roskilde í 2002 og tí eru forvæntningarnir til teir eisini høgir í ár. Næsta fløgan hjá teimum, sum tó ikki kemur í handlarnar fyrr enn í mai, sigst eisini at vera sera góð og nógv øðrvísi enn tann seinasta?