Slaven Bilic hevur fingið sekkin í West Bromwich

Royndi venjarin, Sam Allardyce skal taka yvir í West Bromwich Albion

Premier League felagið, West Bromwich Albion boðar í tíðindaskrivi frá, at høvuðsvenjarin, 52 ára gamli Slaven Bilic hevur fingið sekkin.

Hetta hendir bert eitt samdøgur aftaná WBA stríddi seg til ein góðan javnleik móti Manchester CIty á útivølli. Góða avrikið var kortini ikki nóg mikið til at bjarga starvinum hjá Slaven Bilic. 

WBA hevur bert sjey stig aftaná 13 í Premier League. Liðið hevur bara vunnið ein dyst, og liggur næstaftast við sjey stigum. 

Sambært enskum miðlum verður tað gamli travarin og royndi venjarin, Sama Allardyce sum kemur at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá WBA. Sam Allardyce hevur ikki havt eitt venjarastarv síðani hann fór úr starvi hjá Everton í 2018.

WBA boðar eisini frá, at venjaratoymið hjá Slaven Bilic, hjálparvenjararnir Dean Racunia, Danilo Butrovic og Julian Dicks eru eisini farnir úr starvi í WBA.

Slaven Bilic er fyrsti høvuðsvenjarin sum fær sekkin í Premier League hetta kappingarárið.

Við Slaven Bilic sum høvuðsvenjara vann WBA sær í fjør uppflyting upp í Premier League farna kappingarár, men eydnan hevur ikki verið líka blíð hetta kappingarárið.