Tað verður mett, at í minsta lagi 20.000 ukrainsk børn eru kidnappað og flutt til Russlands, har tey verða “russifiseraði”. Russland rænir teirra samleika og elur tey upp til at síggja sítt egna fólk, ukrainar, sum fíggindar.
6,8 milliónir ukrainar eru flýddir úr Ukraina – meginparturin, 90%, eru kvinnur og børn. Aðrar 4 milliónir eru flóttafólk í egnum landi.
Flóttafólkini eru øll rýmd frá húsi og heimi. Langt burtur frá vanliga og fyrr so trygga gerandisdegnum. Og liva, eisini her í Føroyum, í óvissuni um, hvørt tey nakrantíð sleppa heim aftur, og ikki minst, hvussu heimið og gerandisdagurin eftir kríggið fer at vera.
Aftanfyri hesi tølini eru verulig menniskju. Mammur og pápar, ommur og abbar, synir og døtur. Onkur, sum syrgir tey. Onkur, sum saknar tey. Onkur, sum elskar tey.
Friður, frælsi og fólkaræði
Ukrainar berjast ikki bara fyri Ukraina, men fyri allan tann frælsa heimin. Fyri friði og fólkaræði hjá okkum øllum. Vesturheimurin stuðlar, ikki bara fyri at hjálpa Ukraina og ukrainum, men fyri at verja okkum sjálvi. Um russiska innrásin í Ukraina ikki verður steðgað, so vita vit ikki, hvar og nær Russland steðgar við harðrendu framferðini.
Seinastu vikurnar hava tíverri víst okkum, at Russland megnar at skapa spjaðing í transatlantiska samanhaldinum, sum hevur veitt okkum tryggleika og frið í 80 ár. Tíðin krevur, at vit standa saman við okkara samsintu. At vit verja fólkaræði, so ættarliðini eftir okkum vónandi – eins og vit – kunnu liva í einum frælsum og friðarligum heimi.
Exit Russland
Eg eri errin av, at vit taka ímóti ukrainskum flóttafólkum og lata neyðhjálp til Ukraina. Samstundis haldi eg tað vera stór skomm, at vit politiskt halda fram at samstarva við harðrenda stýrið í Kreml. Stýrið, sum er orsøkin til, at vit yvirhøvur taka ímóti ukrainskum flóttafólkum og senda neyðhjálp til Ukraina! Tað gevur onga meining.
Sig mær, hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú er, sigur orðatakið. Vit hava ikki fyri neyðini at samstarva við Putin. Slett ikki. Vit hava í áratíggju latið líka nógv (ella meira) enn vit sjálvi fáa burturúr fiskiveiðuavtaluni við Russland. Og nú vísa tøl frá Vørn, at vit harafturat ikki gagnnýta kvotuna, sum vit keypa í russiska partinum av Barentshavinum.
Stundin er komin at finna okkum nýggjar vinir. Vinir, sum vilja, velja og verja frið, frælsi og fólkaræði.
Slava Ukraini – Heroiam Slava!
Heiður til Ukraina – Heiður til hetjurnar!
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi