»Alheimsupphiting er ein størri hóttan ímóti mannaættini enn yvirgangur«, sigur Arnie Schwarzenegger. »Um aldarskiftið fer Antarktis at vera einasti staður á klótuni, ið er búgvandi í«, sigur John Holdren, vísindaráðgevi hjá vingulskøltinum Barack Obama.
Aðrir »veðurlagsserfrøðingar«, líka frá Boga Hansen til Lisu Simpson, darra av spenningi eftir at sleppa uppí hatta spælið, har tú kappast um at prædika fyri okkum syndarfullu forbrúkarum, hvussu nógv heimshøvini fara at hækka.
Tað átti ikki at komið óvart á okkum, men kortini rívur tað eitt sindur í eyguni at frætta, tá ið so Al Gore í 2005—tað árið, hann segði, at heimshøvini fóru at hækka við 6 metrum—keypti sær eina eigaraíbúð verd 30 milliónir krónir í St. Regis Tower í San Francisco, ið liggur nakrar elafáar metrar frá Fisherman’s Wharf... ið er við sjógvin. Men kortini ikki, tí tað er jú tað, eg altíð havi hevdað: at annaðhvørt er hasin gudurin hjá tofuetandi vinstravonginum eitt stórt feitt bluff ella ein pengaspælandi spekulantur av eini aðrari og minni syndugari verð!
Hinvegin hevda uppaftur aðrir »veðurlagsserfrøðingar«, at vaksandi hitastig bera við sær eina útbreiðslu av malaria, men eisini, og tað samstundis, leiða Golfstreymin burtur og hervið gera Selatrað eins kalt sum frystilandið Siberia.
Vit kenna jú hatta ergamla knepið hjá tyrannum at fáa meiniga mannin at gera akkurát tað, teir vilja: at ræða lívið úr honum!
Maximilien Robespierre skilti hetta so avbera væl. »La patrie est en danger« geylaði Robespierre, áðrenn hann avgreiddi ósek í túsundatali til hasa grimmu falløksina. Nú, 217 ár seinni, ljóðar geylanin: »Verðin er í vanda«!
Men so má eisini vera ein haturfuglur, ein syndabukkur. Fyri Hitler vóru tað jødarnir. Fyri óseriøsa Amnesty er tað Amerika. Fyri sjálvavnoktandi íslendingar kapitalisman. Fyri veðurlagsbroytingar og tess apokalyptisku spádómar er tað tann gýrigi forbrúkarin; eigarnir av bensinslúkandi bilum og snarbátum, børsspekulantar og bankastjórar. Ella, og meir víðfatandi, tað er eitt samfelag við yvirflóð, ið brúkar meir enn sín part av steinrunnu orkukeldunum, og sum við einum nýuppfunnum slag av kolonialistiskari eyðræning, har heimsins fátøku eru við sviðusoð, vísir óblandaða líkasælu fyri komandi ættarliðum.
Tó, tá ið tað kemur til hasar liðugtseymaðu broytingarnar innan veðurlagið, er skuldetingar-spælið uppaftur meiri sniðfundigt enn tað hjá nasistunum; tí sjálvt um nøkur verða lastað meir enn onnur, fatar hetta moralskt ætlaða misbrot á eina verð í totalari afturgongd um okkum øll.
»Vit hava sæð fíggindan«, siga hesir tofuetandi umhvørvisflipparir, »og tað er tú«. Hin veruliga grundin aftanfyri boðskapin um alheimsupphiting, umframt at, við hamar og segl, aftur at kunna hátíðarhalda týningina av hundraðtals milliónum av menniskjum í Sovjettsamveldinum, rennur aftur á slóðina hjá forfjónaða Malthus.
Hon er, at tað eru ov nógv fólk til, og hetta er meiri, enn Móðir Jørð megnar. Tann gamli, men eisini alt ov sjónski mátin er at sleppa sær av við fólk sum best ber til—hvat gudarnir hjá Jóanes Nielsen og Boga Hansen so eisini kláraðu væl betri enn Hitler og kompaní. Men tann nýggi mátin at manipulera fólk at fækkast, er at noyða ógvusliga skuldarkenslu á tey.
Alt hetta merkir, siga træklemmararnir, at tað ikki eru stundir til eitt kjak um tað, ið kann sigast fyri og ímóti. Hvørt sekund er dýrabart. Vit hava barasta ikki ráð at spilla tíðina burtur, og so slettis ikki tíð til at meta um próvtilfarið. Tað, okkum tørvar, vilja vanlukkuprofetarnir vera við, er eina víðgongda státsuppílegging til tess at tálma nýtsluni og soleiðis revsa modernaða borgaran reivaðan í materialistiskari yvirflóð.
Men vit hava tíð; tað er bara tað, at sleppa vit fyrst at gagnmeta prógvini fyri mannaelvdari veðurlagsbroyting, kollapsar anti-kapitalistiska prosjektið. Prógvini tola rætt og slætt ikki eftirkannan, og tí er tað, at politisku forrennararnir, ið vilja fólkaræði og frælsi til lívs, hava so øtiligan skund.
Og tað er bert státurin, sjálvandi, ið hevur handa moralska myndugleikan at bjarga planetini. Bert okkara valdsharrar hava nous’ið, ið skal til fyri at temja hasa gátuføru alheimsupphitingina. Slíkt inntriv burdi havt við sær, at Bogi Hansen, um hann nú veruliga trýr sínum humbukki um hvussu veðurlagsbroytingar er atvoldin til alt frá kolandi stormum til metsøluna av angribollum, fer at flyta til Havnar og soleiðis halda uppat við at fisa aftur og fram úr Velbastað og høvuðsstaðin og skunda undir hansara óheimilaðu reyðu hóttan um hvussu mannaættin antin fer at smelta ella frysta í hel.
Eg havi aldri skilt, hvussu nakar yvirhøvur kann taka henda dupultmoralska og sjálvrættvísa forbrúkshatara í størri álvara enn hatta akkersfólkið av eini honveru hjá norðurkoreanska kringvarpinum. Jú, føroyskir fjølmiðlar eru illa skúlaðir og eins áhugaverdir sum eitt deytt lamb, men tað krevur altso ikki ravnaflog at koma fram til henda so eyðskilda, men tó rámandi spurning: um vanlukuøsarin av Velbastað nú veruliga trýr sínum egna dómadagstosi, hví selur hann tá ikki húsini á Velbastað og samtíðis opinskárað fráboðar, at hann stuðlar alheimsligari kjarnorku?
Hesin havstreymsfrøðingur hevur annars malið í klingur um hvussu hvør einstakur kann gera mun. Á so? Skift tá bústað, maður! Um ikki annað, tá vegna signalvirðið... sovorðið sum at vera ein fyrimynd. Og hvat kjarnorkuni viðvíkur, tá er hon CO2-frí.
Men sjávandi fer hann ikki tað (og tað fara okkara almennu varðhundar heldur ikki). Eins og kammerátur Nielsen við sínum óførleika at koma víðari og gloyma »góðar, gamlar dagar« við massamordara Stalin, har tú bleivst biðin um at halda kjaft og nikka ella píndur og skotin, hatar Bogi nevniliga kapitalistiska vælferð og liberalt fólkaræði við talufrælsi og fylgjandi óangist fyri myndugleikum so nógv, at hann hevði selt familjuna til trælkan heldur enn at góðtikið kommunistiska ósigurin.
Men, sært tú, inntil onkur dittar sær at avdúka og avmarka Boga Hansen til hvat hann í grundini er, eitt bygdasligt ferðsluljós—ov grønur at viðurkenna, at hann í veruleikanum er reyður, tí gulur—fer hann framhaldandi at vera ein dýr og ódemokratisk plága fyri Føroyar.
Henda sjálvrættvísa atgonga hjá grønu guruunum er kanska best krystalliserað av Al Goresa fremsta lærusveini, professari Stephen Schneider. Hann segði: »To capture the public imagination we have to make simplified dramatic statements, make little mention af any doubts one might have, each of us has to decide the right balance between being effective and being honest« R. Bate og J. Morris 1994, »Global Warming Apocalypse or Hot Air?«, Institute of Economic Affairs).
Sitatið sigur nokkso nógv, tí hetta kundi eins væl verið innvortis retorikkur hjá eini kryptiskari sekt við sínum barnsliga og ræðandi trúarsetningi, ið hevur tað fyri at fara spákingartúr við sannleikanum.
So sjálvt at lúgva er OK, bara tað tænir einum góðum endamáli. Eins og undir kommunismuni, har avgerandi hugtøk sosum skilvísi, rationalitetur og víðopið kjak vórðu avhøvdað, snýr tað seg í dag um at svínabinda sínar borgarar. Í hesari stillstøðu hevur tað eydnast sosialistiskum ófrættaboðarum at billa stjórnarleiðarar og teirra undirsáttum inn, at vit uppliva veðurlagsbroytingar sum úrslit av upphiting av klótuni, sjálvt um eingin upphiting hevur verið.
Nei, eg sigi ikki, at javnaðarmaðurin Jens Stoltenberg, og slettis ikki Lars Løkke Rasmussen og Angela Merkel, bæði liberalir Kyoto-stuðlandi stjórnarleiðarir, ella hinir grønligu kloddarnir algoystir eftir at verða roknaðir sum veraldarfrægir frelsarir av sínum forkelaða veljaraskara, øll eru ekstremistar.
Tó hava tey og tað, ið eftir er av metropolsku elituni í hóslag við nýríka stjóraklassan, ið stýrir vesturlendsku fólkaræðini, ikki ráð til ikki at geva sær far um hin øgiliga høgleika at brúka »veðurlagsbroytingar« sum undanførsla fyri tamarhaldsleysa skatting, einsrættaða tíðindaviðgerð og økt státsvald alt meðan tey látast at vera bjargingarfólk mannaheimsins.
Eitt primadømi um hetta, tó uttan at vera nakar merkisverdur »spælari«, er fariseiska Annika Bolton Mortensen og hennara høpisleysu reyð-grønu Ctrl E-sendingar, har hon heilt framhaldsskúlakent prædikar um Boga Hansensa illa skikkaðu og fullvegis politiskt orienteraðu spádómar um ætlandi veðurlagsbroytingar og tess villu avleiðingar. Samlaða royndin hvønn hósmorgun at noyða fólkið at reka ein meiri puritanskan lívsstíl og soleiðis, eins og hon, forbrúka minni, er veruliga eitt ónt upplivilisi. Hetta er sum at eygleiða smálomb hoppa av einum bergi í ein knappan tíma.
Tað, at vera ógvusliga ivandi um veðurlagsbroytingar ger teg ikki til ein góðan vísindamann; og at prædika vegna hesum opinberiligu broytingum til dómadagsluðrarnir ljóða, ger teg heldur ikki per se til ein vánaligan vísindamann. Bróðurparturin av atmosferiskum vísindafólki, ið av sonnum hava virðing uppiborna, góðkenna faktiskt veðurlagsbroytingar.
Kortini, kjarnin í málinum, tað altavgerandi, er at ísakalda og sannleikasøkjandi vísindin, ið hesi vísindafólk fáast við, og sum vitonnur eiga at virða og seta framum jólamenn og ósjónlig fólk, hevur einki við veðurlagsbroytingar at gera. At góðkenna veðurlagsbroytingar ger bara teirra lív so ómetaliga nógv lættari.
Kerry Emanuel, til dømis, fekk lutfalsliga lítla viðurkenning inntil hann skeyt upp, at kolandi stormar kanska fara at gerast ógvusligari í eini heitari verð. Hann varð yvirfloymdur við fakligari viðurkenning.
Sum fakmaður ivast ein annar veruligur veðurlagsserfrøðingur, Carl Wunsch, í álvara um mestsum allar ófrættaboðandi hevdanir um hækkandi heimshøv, hitalagið í havinum og havmyndlan, men syrgir tó við ágrýtni fyri ikki at geva seg í part við ivafólkini—alt annað hevði jú verið fakligt sjálvmord.
Tað mest áhugaverda, eisini kendasta dømið er Wally Broecker, hvørs arbeiði týðiligt vísir, at brádligar veðurlagsbroytingar henda uttan menniskjaliga ávirkan. Kortini, so undarligt tað enn ljóðar, bankar hann prædikuna hjá Al Gore um mannaelvdar veðurlagsbroytingar og dómadagskendu avleiðingarnar inn í høvdið á fjølmiðlum og stjórnarleiðarum—og verður hann sjálvsagt dyggiliga løntur fyri at gera tað.
Hinvegin, ein maður sum Bogi Hansen, «okkara egni Bogi Hansen«, er vísindafólk tilhoyrandi náttúruvísindina, men hann er ikki veðurlagsserfrøðingur. Tað er bara nakað, hann sjálvur heldur, at hann er. Hann er bert serfrøðingur í havstreymum, staðbundnum havstreymum.
Annars, fyri ein væl størri part av vísindafólki er støðan tíverri hon, at tað, at tey kunna koma við tvítýddum, enntá skilaleysum fráboðanum, ið kunna pentast saman av ófrættaboðarum, og tað, at henda samanpentan fær politikarar at økja játtanina, ger, at har er akkurát eingin áeggjan at gremja seg um hvørki samanpentanina ella ógvusliga ivasama uppáhaldið um veðurlagsbroytingar.
Afturat hesum kemur ein umhvørvisverndarídnaður, ein multi-milliarda ídnaður halgaður at vekja ræðslu. Tesan um alheimsupphiting verður tó í heilum gjøgnumgatað við iva; og tað faktum, at tað ikki hevur verið nøkur upphiting síðani 1979, er rættiliga fellandi. Hasi ov grøn at viðurekenna, at tey eru reyð, siga okkum, at upphitingin er fordømisleys, men tað vóru víngarðar í Skotlandi í rómverjatíðini. Og Grønland, nú oyðið og mannleyst, varð gjørt til hjáland í miðøldini.
Bretska rannsóknarferðin til Antarktis boðaði frá einum bráðnandi Antarktis aftaná at hava vitjað suðurpólsnesið, ið er einasti parturin av einum meginlandi, har níti prosent er kólnað seinastu 30 árini. Og har er ein størri ørgrynna av dømum um, har ræðslan fyri eini ímyndaðari alheimsupphiting og verulig prógv bresta saman.
Um bara George Orwell var á lívi í dag. Á sum hann hevði elskað at avdúka hesar forbrúkshatandi umhvørvisfrikar og teirra frælsisstjalandi og heilavaskandi ideologi. Tí er tað, at vitonnur mugu bjarga verðini undan sosialistiskum ófrættaboðarum.










