Náttúra
Hósdagin 8. mars sóu menn umborð á strandfaraskipinum Teistanum, at ein nylonendi hekk út úr vestara grótarmi á Gomlurætt. Í fyrstu syfti slapp endin bara at hanga, men á einum seinni túri hendan dagin, helt onkur umborð, at endin hevði hug at “røra” upp á seg. Menn hugsaðu eisini um at taka endan burtur, áðrenn tað fór at fløða, so hann ikki endaði fyri innsiglingini.
Erlendur Simonsen, sum siglir við Teistanum, fór nú út á pierin at kanna málið.
Tá ið hann kom út, vísti tað seg, at ein kópur hevði vavt seg inn í eitt garnastykkið og at endin, sum tilsamans var einar 20 metrar langur, hekk tvørtur um høvdið á kópinum og so víðari kring um steinarnar og út á sjógv.
Pauli Magnusson, skipari á Teistanum, sigur, at teir gjørdu av at hála kópin við øllum uppi í sær inn á bryggjuna.
- Tað vóru nógv fólk, sum hjálptu til at fáa kópin leysan, og tað tók ikki langa tíð, so var alt nylonið skorið burtur av honum.
Skiparin sigur, at kópurin var ikki meira leysur, tá hann snaraði 180 stig og fór hoppandi omaneftir grótinum og smoygdi sær niðurfyri.
- Hóast hann var vavdur inn í hetta garnastykkið og langa nylonendan, vísti hann seg at vera væl fyri, men tað hevði hann ikki verið leingi aftrat, um eingin kom honum til hjálpar, sigur Pauli Magnusson.
Sum skilst, var hetta ein lítil kópur, og
tí gekst skjótt at loysa hann úr “haftinum”.
Tað var Jóhan N. Dam, stýrimaður, sum tók myndina við síni fartelefon.
At visa fyrilit
Tað kann avgjørt ikki hava verið stuttligt at verið hesin kópurin í síni villu náttúru, púrasta deyðadømdur, um eingin kom honum til hjálpar. Kópurin hevur í fyrsta lagi verið ógvuliga heppin yvirhøvur at vera sloppin upp á land, so vavdur í garnastykki og enda, sum hann var, tá menn umborð á Teistanum tóku um endan.
Hetta er ein sjónlig avleiðing av tí, sum kann spyrjast burtur úr, tá ið slíkt, sum skuldi verið ført til lands, endar á sjónum og verður til ampa fyri óseku dýrini í havinum.
Nú hava vit menniskju náttúrliga eitt nærri tilknýti til hund enn kóp, men hugsa vit okkum, at tað var okkara egni hundur, sum soleiðis píndist, hevði hetta virkuliga gjørt okkum ilt.
Vit menniskju mugu eisini duga at taka fyrilit fyri øðrum enn okkum sjálvum.
Tað er okkara skylda og ábyrgd.