Slapp væl

Ein 13 ára gamal drongur slapp væl frá einum ferðsluóhappi í Havn fríggjadagin seinnapatin.

 

Ein 13 ára gamal drongur slapp væl frá einum ferðsluóhappi í Havn fríggjadagin seinnapatin.

Hetta var í Mattalág. Drongurin var á súkklu og koyrdi út av einum síðuvegi, beint inn í síðna á einum bili.

Drongurin varð koyrdur á skaðastovuna, men hann hevði ikki fingið annað mein enn ein snudd á kjálkan.