Slapp undan skaða

Hjálmurin bjargaði einum manni, tá ið hann fekk ein vinkulslípara í andlitið

Ein handverkari á skipasmiðjuni í Havn slapp serstakliga væl frá einum óhappi í morgun.

 

Hann arbeiddi við einum vinkulslípara, men tíbetur var øll trygdarútgerð ílagi og tað hevur uttan iva bjargað honum frá at fáa størri skaða.

 

- Av onkrari orsøk misti hann vinkulslíparan, sum sprakk aftur í andlitið á manninum, sigur løgreglan.

 

Men hjálmurin var fyri, tó at blaðið kom ígjøgnum skermin fekk hann bara ein pikkalítlan snudd í andlitið.

 

- Hevði hann ikki brúkt alla forskrivaðu trygdarútgerðina, hevði skaðin uttan iva verið nógv størri, sigur løgreglan.

 

Maðurin varð kortini fluttur á Landssjúkrtahúsið til kanningar og arbeiðseftirlitið hevur fingið fráboðan um hendingina.