Slapp undan at geva steypið

Smílið á varrunum hjá borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, var meira enn vanliga stórt, tá Stjørnan hevði vunnið trygga sigurin á Neistanum leygardagin.
Og hetta hevði eisini sínar orsøkir. Einamest, at hann hevði játtað at handað steyp og heiðursmerki, skuldu hesi verið latin í dag.
 Sjálvandi vildi eg ikki runnið undan ábyrgdini, um tað skuldi borist soleiðis á. Men eg vónaði alla tíðina, at skuldi Neistin hava steypið, so mátti hetta verða nakað, sum Heðin (Mortensen, blðm.) má taka sær av mikudagin. Og skuldi tað verið, so kann eg altíð vera backup hjá honum til ta tíð, segði væl upplagdi borgarstjórin eftir dystin í Klaksvík.