Slapp til arbeiðis aftur

Gunnbjørg Danielsen varð arbeiðsleys í trý ár, men kundi í vár fara aftur til arbeiðis, eftir at hon hevði tikið av einum endurvenjingartilboði frá Almannaverkinum.

Gunnbjørg Danielsen hevur orsøk at smílast. Síðani í mars hevur hon verið til arbeiðis í Vinnumálaráðnum, har hon starvast sum hjálparfólk á skrivstovuni. Gunnbjørg Danielsen var annars arbeiðsleys í trý ár, eftir at ring pína í rygginum hevði noytt hana at gevast í sínum fyrrverandi arbeiði.  Pínan gjørdi, at Gunnbjørg Danielsen ikki kundi verða úti á arbeiðsmarknaðinum.

 

Fyri at Gunnbjørg skuldi kunna verða betur før fyri at arbeiða, fekk hon í vár tilboð um endurvenjing frá Almannaverkinum. Venjingin hevur nú borið ávøkst.

 

 - Eg orki nógv betur at sita við telduna nú, enn áður, sigur Gunnbjørg Danielsen.

 

Miðvísa venjingin saman við fysioterapeutinum Sólju Petersen hevur havt við sær, at pínan í rygginum er minkað munandi. Gunnbjørg Danielsen arbeiðir í dag fulla tíð.

Nýtt tilboð um endurvenjing

Endurvenjingin hjá Gunnbjørg Danielsen er liður í miðvísa arbeiðnum hjá Menningardeplinum í Almannaverkinum at skipa eitt endurvenjingartilboð. Endurvenjingin í Almannaverkinum leggur dent á at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og við tí størri sjálvsavgerðarrætt. Tvær endurvenjingarstovur - við fysio- og ergoterapeutum - eru settar á stovn; onnur í Runavík og hin í Havn.

 

Endurvenjingin hevur til endamáls, at borgarin heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika, sum áðrenn førleikin var mistur. Tað vil siga rørsluliga, í aktiviteti, fatanarliga, kensluliga og sosialt.

 

Í endurvenjingini er neyðugt við samstarvi millum borgaran við førleikatarni, avvarðandi og heilsustarvsfólkini. 

 

Endurvenjing kann eitt nú vera neyðug eftir innlegging á sjúkrahúsi í sambandi við skurð, sjúku ella vanlukku ella eftir langa sjúkralegu, har førleikin er tarnaður. Endurvenjingin snýr seg um at endurvinna kropsfunktiónir og førleikar hjá borgaranum við málrættaðum venjingum.